Leivur Hansen
býráðslimur
?????????
Mentamálanevndin hjá býráðnum tók eina skeiva avgerð við at broyta aldursbýtið á børnunum á dagstovnunum.
Tað munnu tey flestu, ið hava fylgt við orðaskiftinum um hetta mál, vera samd um.
Tess fyrr nevndin viðurkennir hetta, tess fyrr kunnu vit fáa hesi viðurskifti aftur í rættlag.
So ístaðin fyri at klandrast um, hvør ið hevur bestu svøvngávurnar í nevndini, eigur Heðin Mortensen sum formaður sum skjótast at fylgja áheitanini frá starvsfólkunum á Dagstovninum í Hoyvík og endurskoða broytingarnar, herundir eisini ta sokallaðu "poeng"-skipanina.
Hetta eigur sjálvandi at verða gjørt í neyvum samstarvi við allar stovnarnar, so vit fáa eina so góða, virðiliga og haldbara loysn sum gjørligt á hesum máli.
Broytingin í aldursbýtinum, sum kom í gildi eftir summarfrítíð-ina, er heilt greitt til bága fyri bæði børn og starvsfólk - ja, "gongur út yvir menningina og trivnaðin hjá børnunum", sum starvsfólkini vísa á.
Somuleiðis nervar hetta setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum somikið, at tað verður upp aftur truplari at fáa fólk at støðast í hesum arbeiði.
Neyðugt er tí at rætta hetta mistak sum skjótast..
Lekur millum teori og praksis
Loyvi mær í hesum sambandi eisini at heita á Mentamálaráðið um sum skjótast at taka stig til, at starvsfólkabýtið á stovnunum samsvarar við ásetingarnar í lógini um dagstovnar og dagrøkt.
Har stendur svart upp á hvítt, at hetta býtið skal "í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar".
Sum flestum kunnugt er støðan beint tann øvugta á flestu stovnum í løtuni.
Høvuðsorsøkin er, at alt ov fáir næmingar verða tiknir inn á Lærara- og Pedagogskúlan - bert einir 20 um árið.
Tað skurrar ikki sørt í mínum oyrum javnan at hoyra í tíðindunum, at kommunurnar bróta lógina, tí tær ikki liva upp til krøvini um arbeiðsbýtið á stovnunum.
Veruleikin er tvørturímóti, at myndugleikin, ið ásetir hesi krøv við lóg, í roynd og veru sjálvur hevur skyldina av, at so er, og tí kann av sonnum sigast, at her lekur millum teori og praksis.
Fyritreytin fyri, at kommunurnar kunnu liva upp til lógina, er sjálvandi, at útbúgvin fólk eru til størvini, og hesum hevur Menta-málaráðið og tann til eina og hvørja tíð sitandi landsstýrismaður í mentamálum alla ábyrgdina av.
So vónandi síggja vit bæði skjótt og brátt eisini ein munandi bata á hesum øki.