Tað er stórur dagur í Víkingi og Sarpugerði í dag. Liðformaðurin, verjuálitið, fyrrverandi landsliðsspælarin og núverandi hjálparvenjarin hjá U-21 landsliðnum hevur 40 ára føðingardag. Hann er framvegis liðformaður í Víkingi, og hann var í fleiri ár liðformaður á landsliðnum. Í leiklutinum sum liðformaður hevur hann so mangan úttalað seg. Tað hevur hann verið góður til, og ofta eru viðmerkingar hjá honum endaðar sum yvirskriftir í eitt nú Sosialinum og á in.fo.
Familjan er savnað, nú veteranurin hevur rundan føðingardag, men føðingardagsbarnið var fyrr í kvøld til venjingar í Sarpugerði.
Atli Gregersen er elsti maður í bestu fótbóltsdeildini, tá ið tað ræður um teir úti á vøllinum. Tað er bara ein, sum hevur verið á vøllinum í ár, og sum er eldri enn hann. Tað er eykamálverjin hjá KÍ, Meinhardt P. Joensen, sum er 42 ára gamal. Hann hevur ikki verið á besta KÍ liðnum í landskappingini í ar. Hann vardi KÍ málið í 3-0 heimasigrinum í steypadystinum ímóti ÍF, og so var hann vikarur í B68 málinum í trimum dystum undan landsliðssteðginum.
Atli Gregersen hevur sambært faroesoccer.com spælt 388 dystir í bestu landskappingini, 59 dystir í kappingini um løgmanssteypið, 7 stórsteypadystir og 23 dystir i europeisku kappingunum. Sambært faroesoccer.com hevur Atli spælt 59 landsdystir umframt at hann í síni tíð spældi á yngru landsliðunum. Í U-21 EM undankappingini, sum var liðug fyri stuttum, var hann hjálparvenjari hjá Sámal Erik Hentze. Teir báðir arbeiddu í síni tíð nógv saman í Víkingi, tá ið Sámal Erik Hentze var venjari har.
Atli Gregersen var fyrstu ferð í bestu deildini í 2004, tá ið hann umboðaði GÍ. Tað var fram til 2007, og síðani 2008 hevur hann umboðað Víking. Hann var við til at vinna FM í 2016 og 2017, og hann var við til at vinna løgmanssteypið í 2005, 2009, 2012, 2013, 2014 og 2015.
Leygarkvøldið klokkan 19 fara Atli Gregersen og Víkingur at spæla landskappingardyst við Margáir. Hetta vikuskiftið verður tað sundalagsstevna í Hvalvík.