Aldursforsetin heldur føðingardag

NSÍ er føðingardagsgestur hjá TB, sum í dag er 129 ár

Tað var 13. mai í 1892, at fyrsta ítróttarfelag í Føroyum varð stovnað. Felagið var Tveraa Boldklub – seinni Tvøroyrar Bóltfelag ella TB. Í dag er 13. mai, og í dag eru tað 129 ár síðani TB varð stovnað. Fremsti maður var Poul Effersøe, sum var ættaður úr Trongisvági. Hann var føddur í 1871 og doyði longu í 1926.

 

Tað er í Trongisvági, at 129 ára stovningardagurin verður hildin. Gestur við Stórá er NSÍ, og í hálvleikinum bjóðar felagið lagkøku.

 

Tað hevur verið tungt hjá TB higartil í ár. Úrtøkan er tvey stig – annað vunnið á Toftum og hitt síðsta sunnudag tá ið EB/Streymur var gestur við Stórá og úrslitið var 1-1.

 

TB tapti fyri knøppum tveimum vikum síðani 3-0 á útivølli ímóti NSÍ. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, men TB var væl við og hevði møguleikar at skjóta mál.

 

Jørgen Nielsen varð skaddur, tá ið hann skoraði til 1-0. Hann hevur ikki verið á NSÍ liðnum síðani. Í gjárkvøldið tapti næstbesta NSÍ liðið 3-1 ímóti B71 á heimavølli. Aron Knudsen var einasti maður á liðnum, sum plagar at vera á listanum hjá besta liðnum. Tað var stórt vónbrot, tá ið tað leygarkvøldið á heimavølli ímóti 07 Vestur ikki hekk so væl saman, og úrslitið var 1-1.

 

Hjá TB verður Rógvi Joensen ikki tøkur næstu vikurnar, og Ndende, sum higartil í ár hevur verið klárt besti maður hjá TB, var ikki við ímóti EB/Streymi. Samudeen Musah sá ímóti EB/Streymi gula kortið fyri fjórðu ferð. Tí er hann leikbannaður ídag.