Aldursforsetin varðveitir møguleikan

TB er framvegis við í stríðnum um uppflyting eftir sigurin á heimavølli ímóti B71. Dan Mortensen fekk tvey mál, og Eli Hentze varð rikin av vølli

Tað vóru tvey lið, sum høvdu ymisk mál at stríðast fyri, ið møttust á Sevmýri leygardagin. TB skuldi berjast fyri at halda fast í oddastríðnum, meðan B71 skuldi royna at sleppa burtur frá niðurflytingarvandanum.
Tað endaði við einum uppibornum 3-1 sigri til tvøroyrarmenn, men tað var tó B71, sum legði seg framum tíðliga í dystinum.
Eftir innlegg úr høgru fær Jónsvein Thomsen skavað bóltin til sín, hann snarar runt um seg sjálvan og langar bóltin í netið. Eitt vakurt mál og sandoyingar trúðu uppá ein heldur óvæntaðan sigur.

TB vendi gongdini
Eftir hetta fekk TB tó tamarhald á spælinum, og spælið gekk mest fyri seg á hálvuni hjá B71. Heimaliðið megnaði eisini at venda einum hóttandi tapi til eina leiðslu fyri steðgin, og tað var miðvallargeneralinum Dan Mortensen fyri at takka.
Fyrst skoraði hann útjavnandi málið, tá hann fekk fatur á eini afturlegging frá einum B71 verjuleikara. Hesin møguleikin kom heldur tilvildarliga, men Dan var skjótur á rætta staðnum.
Síðani legði hann TB framum við einum vøkrum máli. Dan fekk bóltin í vinstra borði, rak tvørturum og langaði so til eftir jørð, og bólturin fór í kassan.
Tað betraði ikki um umstøðurnar hjá B71, at liðformaðurin Eli Hentze varð rikin av vølli. Hetta var eftir eina hending, har Eli og Bárður Dimon hjá TB vóru áfastir. Linjuverjin varnaðist tilburðin og gjørdi dómaran varugan við hetta. Endin var, at Eli fekk reyða kortið, og so mátti B71 stríðast við bert tíggju monnum.
Eftir steðgin hevði TB fult tamarhald á støðuni og legði trýst á sandoyingar. Tað kom tó bert eitt mál afturat í dystinum. Hetta átti Rasmus Nolsøe, tá hann sendi eitt fríspark beinleiðis í netið.
TB kundi fingið fleiri mál, men vantandi neyvleiki í avgerandi løtuni hevði við sær, at einki mál spurdist burturúr.
Við sigrinum er TB framvegis við í oddastríðnum, og nú eru bert tvey stig upp til Sumba á øðrum plássi. Helst vera tað hesi bæði liðini, sum skulu stríðast um seinasta sessin, um ÍF, sum enn er ósigrað, ikki snávar.

TB-B71 3-1 (2-1):
0-1: Jónsvein Thomsen
1-1: Dan Mortensen
2-1: Dan Mortensen
3-1: Rasmus Nolsøe