Hóast Aleksandar Djordjevic ikki longur er venjari hjá fremsta mansliðnum hjá KÍ, so heldur hann fram í felagnum. Hann skiftir bara kyn, nevniliga frá mansfótbólti til kvinnufótbólt.
Aleksandar Djordjevic var venjari hjá tí nærmast einaráðandi kvinnuliðnum hjá KÍ í fýra ár, áðrenn hann í fjør royndi seg sum venjari hjá besta mansliði felagsins. Hann og KÍ endaðu á einum 5. plássi, men nevndin valdi at leita sær eftir øðrum venjara, og hevur fyri kappingarárið í ár sett Páll Guðlaugsson at røkja hetta starv.
Djordjevic tekur nú enn eitt tørn hjá KÍ-kvinnunum og yvirtekur harvið starvið eftir Erik Ernesto Nielsen, sum stóð á odda fyri liðnum kappingarárið 2011.