Alemnn starvsfólk í USA skulu koppsetast ímóti covid-19

Roknað verður við, at Joe Biden í morgin fer at kunngera, at øll almenn starvsfólk í USA skulu koppsetast ella kannast javnan.

Joe Biden fer ólavsøkudag at boða frá nýggjum tiltøkum fyri at steðga vøkstrinum av smittaðum. Sambært CNN fer forsetin millum annað at seta krav um, at øll almenn starvsfólk annaðhvørt skulu koppsetast ella góðtaka regluliga at verða kannað fyri koronu. (Arkivfoto) - Foto: Kevin Lamarque/Reuters

USA ætlar eftir øllum at døma at krevja, at øll almenn starvsfólk verða koppsett ímóti covid-19. Alternativt skulu tey góðtaka at verða kannað javnan.

 

Tað fer forsetin at boða frá hósdagin, upplýstu keldur við innliti í málið fyri amerikanska miðlinum CNN í gjárkvøldið.

 

Fyrr í gjár váttaði Biden, at umsiting hansara umhugsar at seta sum krav, at almenn starvsfólk skulu koppsetast.

 

– Tað verður umhugsað í løtuni, segði Biden sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Heilsuserfrøðingar hjá amerikonsku stjórnini og CDC, sum er svarið hjá USA til Statens Serums Institut í Danmark, hava samstundis mælt til, at liðugt koppsettir amerikanarar aftur skulu bera masku undir ávísum umstøðum.

 

– Í økjum við munandi og høgari smittuspjaðing mælir CDXC til, at liðugt koppsettir persónar bera masku innandura á almennum støðum, sigur Rochelle Walensky, sum er stjóri í CDC, sambært tíðindastovuni AFP.

 

Boðini frá CDC benda á eina kúvending. So seint sum í síðstu viku vardi CDC avgerðina sína í mai um, at liðugt koppsettir persónar í flestu førum ikki nýtast at brúka masku.

 

Orsøkin til nýggja tilmælið um masu eins og komandi krav um koppseting ella loypandi kanningar vyri starvsfólk hjá tí almenna er spreiðing av tí meira smittandi Delta brigdinum í USA.

 

Í einum serskildum boðum í gjár frá Hvítu Húsunum upplýsit forsetin, at hann í morgin fer at boða frá »næsta stigi« í royndini upp á at fáa fleiri amerikanarar koppsettar.

 

– Til tá frá fleiri koppseting og nýtsla av masku í teimum økjum, sum eru mest ávirkað av Delta-brigdinum, gera tað gjørligt fyri okkum at sleppa undan stongsli, at skúlar lata aftur og órógv, su vit høvdu í 2020, sigur Biden í boðunum. Tað skrivar Reuters.

 

USA hevur eftir fleiri vikur við fallandi smittutølum nú hækkandi tøl av smittaðum.

 

Sunnudagin ávaraði ríkissmittufrøiðngurin Antohny Fauci, um at landið var á skeivari kós í farsóttini. Hann vísti eisini á smittuvøksturin og serliga útbrotið við Delta-brigdinum.

 

Í USA eru næstan 49 prosent av fólkinum liðugt koppsett móti covid-19, meðan 7,6 prosent eru lutvíst koppsett sambært Our World in Data.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

Joe Biden fer ólavsøkudag at boða frá nýggjum tiltøkum fyri at steðga vøkstrinum av smittaðum. Sambært CNN fer forsetin millum annað at seta krav um, at øll almenn starvsfólk annaðhvørt skulu koppsetast ella góðtaka regluliga at verða kannað fyri koronu. (Arkivfoto) - Foto: Kevin Lamarque/Reuters