Aleqa Hammond tekur í dag við sum formaður í grønlendska javnaðarflokkinum Siumut Leiðslan í grønlendska javnaðarflokkinum Siumut samtykti í gjárkvøldið, at Aleqa Hammond skal taka við sum floksformaður eftir Hans Enoksen, sum hevur valt at taka seg aftur eftir tað vánaliga úrslitið av landstingsvalinum.
Harafturat fekk Aleqa Hammond fleiri persónligar atkvøður á valinum enn Hans Enoksen. Hon fekk 1.033 og hann 1.002.
Í kvøld verður formansvalið formliga staðfest, og tá fer flokkurin at takka Hans Enoksen, fyrrverandi formonnunum Jonathan Motzfeldt og Lars-Emil Johansen og fyrrverandi landstingslimum fyri trúgva tænastu.