- Triðja jólakvøld verður Skúlagarðurin í Ítróttarhøllini í Trongisvági karmur um eitt satt brak av einari country konsert, skrivar Suðurrás.
Alex og Kristina Bærentsen, Halleluja-Sofus og Evi Tausen trína í kvøld á pall í ítróttarhøllini í Trongisvági.
Alex Bærentsen er jú sjálvur ættaður úr Trongisvági og vitjar tí aftur á gamlar gøtur. Eyðkendu røddina hjá Alexi Bærentsen kenna flestu føroyingar, og jólafløgan, ið nú hevur mong ár á baki, man hava verið dúliga spæld í nógvum heimum seinastu vikurnar.
Við sær á pall í kvøld hevur hann dóttrina Kristina. Fyrr var hon kanska einamest kend sum dóttir Alex, men tað stempulið hevur hon væl og virðiliga kastað av sær nú.
Kristina Bærentsen er vorðin ein av mest umtóktu føroysku songkvinnunum, kanska serliga innan countrytónleikin, og hevur júst slept eini nýggjari fløgu.
Halleluja-Sofus kenna tey flestu eisini, men tað er ikki fyrr enn hetta seinasta árið, at hann hevur skapt sær eitt navn innan tónleikaheimin sum einstaklingur.
Harumframt verður Evi Tausen eisini at hoyra í Trongisvági í kvøld. Songleiðin hjá Evi Tausen byrjaði heldur undrunarvert, tá hon sang fyri manninum í brúdleypi teirra. Hetta sigst vera fyrstu ferð, hon sang alment fyri nøkrum, men síðani hevur hon verið nógv at hoyrt, bæði í útvarpinum og á konsertum um alt landið.
Við at trýsta á pílin á myndini, ber til at hoyra Kristinu Bærentsen syngja sangin "Hann Valdi Meg," ið hon skrivaði um jóltíðir 2011.