Komandi kappingarárið skal AB aftur royna seg í næstbestu deildini, og nógv bendir á, at ætlanin hjá argjamonnum er ikki, at steðgurin skal gerast ov drúgvur. Leygardagin tók AB ímóti TB, sum síðani 2006 hevur roynt at vunnið seg uppaftur í bestu deildina.
Ikki var sørt, at hetta kundi mint um ein komandi toppdyst í 1. deild, tí AB verður allarhelst millum tey fremstu og TB man ætla sær tað sama, hóast eydnan ikki hevur verið við seinnu árini.
Dysturin á Argjum gekk í fyrra hálvleiki fyri tað mesta eftir ætlanini hjá heimaliðnum, ið hevði meira spæl og eisini átti munin í málkjansum. Tá góður hálvur tími, bragdaði eisini, tí eftir at Tróndur Sigurðsson hevði skotið á stongina, stakk bólturin útaftur til Alex Mellemgaard, ið var tryggur og setti í málið til 1-0.
Sjálvt um aðrir kjansir vóru fyri steðgin, komu ikki fleiri mál, og í seinna hálvleiki vendi dysturin sær eitt sindur á, tí nú var tað TB, ið royndist betri og í fleiri førum fekk lagt gott trýst á AB. Men tað var framvegis uttan nakað beinleiðis úrslit, annað enn at heimaliðið ikki ordiliga slapp í gongd, tí einki mál kom, og so vann AB 1-0.
Argjamenn gjørdust ov stuttir í Vodafonedeildini í fjør, men í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið koma teir undir øllum umstøðum at møta einum av liðunum, sum nú manna bestu deildina, tí nú átta lið eru eftir í steypakappingini, er AB tað einasta av teimum, sum er úr lægri deild. Somuleiðis er AB einasta umboð, høvuðsstaðurin eigur eftir í kappingini…