Nú eru bert 2 dagar eftir, til stóra Country & Gospel konsertin í
Trongisvági fer av bakkastokki
Fyrireikingar eru í gongd, og nú leggja tónleikararnir seinastu hond á
venjingarnar. Alex Bærendsen, sum býr í Danmark, er komin til
Føroya í dag, og fór beina leið til Klaksvíkar, har hann saman við
Halli, Kristnu og tónleikarunum skuldi venja.
Konsertin í Trongisvági byrjar kl. 21.00 leygarkvøldið, men hevur ein
hug at fara út at eta áðrenn, so letur hetta seg væl gera, tí Café´in
í høllini letur upp kl. 19.00 við góðari buff-skrá. Tilmelding til
hetta, fer fram á 572008.
Atgongumerki til konsertina í forsølu fáast á Magn í Vági og Statoil á Tvøroyri til
fríggjakvøldið kl. 18.00
Seinastu atgongumerkini kunnu keypast við dyrnar millum kl. 18-19 leygarkvøldið.