Alex José dos Santos byrjar aftur í ÍF

Upptakt: ÍF fekk ikki áleyparan, men hevur fingið aðrar spælarar at traðka til

Í morgin klokkan 17 spælir ÍF sín fyrsta dyst í seinnu hálvu av landskappingini. Dysturin er móti Skála á Skála. Millum nýggju spælararnar verður ein gamal kenningur, nevniliga Alex José dos Santos.

ÍF stríðist við at bjarga sær lívinum í Betri deildini hjá monnum. Ætlanin var at styrkja um hópin í summar. Serliga var leitað eftir einum áleypara, har fyrispurningar blivu sendir til alt frá Páll A. Klettskarð til umstrídda danska áleyparan, Nicki Bille.

##med2## 

Tað endaði við, at ÍF fekk tilgongd av Hans Jákup Lervig og Milan Svojic, sum eru leigaðir úr Vikingi. Tveir aðrir mans, sum eru byrjaðir aftur eru 38 ára gamli Alex José dos Santos og Frank Poulsen. Fyrrnevndi verður partur av hópinum alla seinnu hálvu, meðan tað er óvist hvønn leiklut Frank Poulsen kemur at hava, men hann verður sum skilst við í morgin.

Tað verða Ari Ó. Ellingsgaard og Karl Løkin ikki. Teir hava leikbann, meðan Jóhan Petersen, Henry Heinesen og Poul N. Mikkelsen eru skaddir. Gundur Petersen er ivasamur orsaka av sjúku.

ÍF hevur bara fimm stig eftir 15 tey fyrstu umførini og liggur á næstaftasta plássi.

Betri deildin menn 16.umfar:

Leygardagin 27. juli

HB-TB (15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-ÍF (17.00)

AB-EB/Streymur (18.00) Beinleiðis á FM1

Sunnudagin 28.juli

B36-Víkingur (18.00) Beinleiðis á FM1

KÍ-NSÍ (útsettur til 18. september)