Alex Sólstein 75 ár

Í dag, leygardagin 1. oktober, verður Alex Sólstein í Klaksvík 75 ár. Alex var í mong ár skúlastjóri í Klaksvík, og kring landið er hann eisini kendur fyri sína luttøku í sangi og tónleiki.

Alex er klaksvíkingur. Pápin var Jens Pauli ella Palli, sum var føddur Fredriksen og seinni fekk sær Sólstein sum eftirnavn. Hann var ættaður úr Køkinum á Uppsølum, og mamman var Else Birgithe, sum var fødd Petersen, og sum var ættað úr Víkunum. Tey búsettust á Uppsalaeiði, og tey fingu trý børn: Alex, Dagny og Jákup sum øll búgva í Klaksvík.
Alex tók í 1950 nýmálsligt studentsprógv á Føroya Studentaskúla, sum tá helt til á VBV. Hetta árið vóru tey tíggju studentar - sjey matematiskir og tríggir málsligir. Saman við Alex tóku tvær gentur av Skála málsligt studentsprógv fyri 55 árum síðani.
Í 1952, tá ið hann var 21 ára gamalur, leyk Alex læraraprógv frá Føroya Læraraskúla. Alt sítt arbeiðslív arbeiddi Alex við skúlaverkið í Klaksvíkar kommunu. Hann varð settur í fast starv 1. september 1955, og hann fór úr starvi 1. apríl 1996.
Nógv størsta partin av læraratíðini var Alex Sólstein skúlastjóri. 1. apríl í 1961 varð Alex settur í skúlastjórastarvið fyri Klaksvíkar skúla. Hetta sama summarið varð nýggi skúlabygningurin tikin í nýtslu, og tað var ikki smávegis avbjóðing, ið Alex sum 30 ára gamalur tók á seg. Fólkatalið í bygdini var meiri enn tvífaldað eftir kríggið, og skúlaumstøðurnar høvdu verið alt annað enn góðar í fimti árunum.
Potturin, sum klaksvíkingarnir vórðu smeltaðir til eina eind í, var fyrst og fremst skúlin. Næmingatalið var omanfyri níggju hundrað, tá ið tað var hægst, læraratalið øktist skjótt, og luturin hjá Alex var at fáa alt hetta at ganga upp. Hann var stjóri hjá teimum, sum høvdu verið lærarar hjá honum og hjá nýggjum og viðhvørt fremmandum lærarum, og hann hevði gott tak á stóra talinum av næmingum, sum hann kendi við navni - allar samlar.
Eisini var talan um bygnaðarligar og innihaldsligar umskiftingar og tillagingar. Stutt eftir, at Alex var vorðin stjóri, varð skipanin við millumskúla avtikin. Í staðin eftir fimta flokk so varð uppbýtið av næmingunum eftir sjeynda flokk, og tey, sum ikki fóru í real, fingu tilboð um 8. og 9. og seinni 10. skúlaár.
Miðskeiðis í sjeyti árunum var Klaksvíkar skúli undir leiðslu av Alex Sólstein millum teir fyrstu, sum royndu skipanina við samlestri øll skúlaárini. Tað bar m. a. við sær, at næmingarnir - soleiðis sum teir framvegis gera tað - øll skúlaárini vóru í flokki saman við somu feløgum.
Í 1979 varð skúlin í Klaksvík býttur í tveir sjálvstøðugar skúlar. Alex gjørdist tá skúlastjóri í Ósáskúlanum, og í tí starvinum sat hann, inntil hann í í 1996 legði frá sær. Tá hevði hann í nøkur ár verið einalærari í Árnafirði, sum er partur av Klaksvíkar kommunu, og frá 1990 og til 1997 hevði hann staðið fyri eftirútbúgvingini fyri fólkaskúlalærarar.
Alex hevur verið ógvuliga fjølgávaður, og hann hevur støðugt syrgt fyri at fylgja við. Í 1956-57, 1958-59 og 1971-72 var hann á ársskeiðum á DLH. Serligur dentur varð lagdur á eftirútbúgving í donskum, týskum og eingilskum og sangi og tónleiki. Harafturat hevur Alex verið á styttri eftirútbúgvingaskeiðum í eitt nú Týsklandi.
Sum skúlamaður var Alex limur í nógvum nevndum. Eitt nú var hann limur í lesiætlanarnevndini fyri fólkaskúlan frá 1965 og til 1993, tá ið hann gjørdist skrivari í Ráðleggingarnevndini fyri fólkaskúlan.
Sangur og tónleikur og mentunarligt virksemi í breiðum týdningi hevur verið stórur partur av lívinum hjá Alex, og hann hevur í hesum á so mangan hátt verið við til at seta dám á. Eitt nú var hann 1956-1984 við til at geva Hungalig jól út, og tey seinnu árini hevur hann umsett og skrivað. Ofta hevur Alex verið hentur hjá Klaksvíkar kommunu og øðrum at heita á, tá ið serligar uppgávur hava staðið fyri. Eisini síðani hann legði lærarastarvið frá sær hevur hann verið ógvuliga virkin.
Burtursæð frá styttri tíðarskeiðum hevur Alex verið í Klaksvíkar Hornorkestri í meiri enn eina hálva øld, og frá 1956 og fram til 1973 stóð hann fyri Klaksvíkar Sangfelag, sum mammubeiggi hansara, Sámal Petersen, frammanundan hevði staðið á odda fyri. Í 1977 var Alex millum teirra, sum tóku stig til at stovna Klaksvíkar Musikkskúla, og har hevur hann verið nevndarlimur í mong ár.
Alex fær tað at ljóða væl úr so at siga øllum ljóðførum. Høvuðsinstrumentið hjá honum er violinin. Meðan hann var undir útbúgving, spældi hann hjá Eriki Petersen, sála, sum um hetta mundið hevði verið forsprákari fyri at stovna Tórshavnar Musikkskúla. Alex spældi á konsertunum, sum orkestrið hevði, og hann nam sær kunnleika og íblástur á skeiðum heima og uttanlands. Alex var í 1984 ein teirra, sum tóku stig til at stovna Føroya Symfoniorkestur. Har hevur hann síðani verið nevndarlimur og íðin violinspælari, og tað er neyvan tikið ov nógv til at siga, at Symfoniorkestrið hevur í Alexi átt ein av sínum størstu stuðlum.
23. juli í 1960 giftist Alex við Katrini, sum er ættað úr Klaksvík. Tey eiga hugnaligt heim undir Fossum, og tey eiga fýra børn - Birgit fødd 1961 býr í Onglandi, Andras føddur 1962 býr í Klaksvík, Páll føddur 1964 býr í Keypmannahavn, og Kári føddur 1974 býr í Havnini.
Kirkjuni hevur Alex altíð víst serligan áhuga og tokka. Hann hevur í mong ár verið kirkjusangari, og eingin megnar betri at vísa runt og greiða frá í Christianskirkjuni, enn Alex ger tað. Tað er sonn fragd at fylgja við, tá ið hann foldar seg út og á sín eyðkenda hátt greiðir frá - um tað so er á føroyskum, donskum, norskum, svenskum, týskum ella eingilskum.
75 ára føðingardagin er Alex Sólstein burturstaddur.