Tað boðar heimasíðan hjá EB/Streymi frá, eftir at partarnir hava sett undirskrift á nýggjan sáttmála.
29 ára gamli Alex kom til EB/Streym í 2009 og spældi 27 dystir tað kappingarárið, har hann eisini skoraði fimm mál.
Í ár breyt hann óstbeinið í dysti móti B68 og var tískil úti fleiri dystir. Kortini spældi hann 21 dystir og skoraði trý mál.