- Við bønini Faðirvár verður dagurin rundaður væl av, og javnvág kemur í, sigur hon í samrøðu um evnið trúgv og kirkja við danska blaðið Kristelig Dagblad.
Tað liggur eftir øllum at døma djúpt í Alexandru at børn hennara fáa góð og fortrólig viðurskifti til kirkju og kirkjulív.
- Tað er týdningarmikið, at vit í kirkjuni verða ámint um, at vit hava tað gott, at vit skulu minnast til at njóta lívið, sigur hon og heldur kirkjuna vera eitt upplagt stað at skapa og viðlíkahalda okkara identitet og siðir.
Sjálv hevur Alexandra tikið donsku fólkakirkjuna at sær sum sína egnu eftir umvending sína í 1995. Besti sálmur hennara er “Føgur er foldin”, og úr Bíbliuni dámar henni sera væl frásøgnina um, tá Jesus mettaði 5000 menniskju við fimm breyðum og tveimum fiskum.
Henni dámar eisini sera væl prædikur, har ein fer beint til sakina: - Prædikan er ein upplagdur møguleiki hjá prestinum at broyta tær føstu rutinurnar og kom út um rampuna og røkka kirkjuliðinum, eisini við dagsaktuellum evnum, sigur hon.
Margretha II drotning hevur áður greitt frá sínum persónligu viðurskiftum til kirkju og kristindóm, men tað er sjáldan, at persónar so nær knýttir til kongshúsið sum Alexandra hava tosað um týdningin av trúnni í teirra lívi.