Alexandra á Dul deyð

Leygardagin 15. februar andaðist Alexandra á Dul í Klaksvík, 86 ára gomul. Hon var var fødd 5. august 1916, dóttir Sáru og Jens Clæmint Isaksen. Alexandra var fødd og uppvaksin í Klaksvík.
<DPTAB>    Í 1939 fór hon á húsarhaldsskúla í Danmark, og tvey ár seinni giftist hon í Keypmannahavn við Páll á Dul. Tey vóru millum tey mongu, ið ikki sluppu heimaftur, tá kríggið brast á.
<DPTAB>    Saman við manni sínum hevur Alexandra verið samkomuni í Betesda ein hollur stuðul. Í nógv ár var hon vertur hjá teimum mongu útlendsku trúboðarunum, sum gjøgnum árini komu at vitja samkomuna.
<DPTAB>    Alexandra og Páll fingu børnini Sáru, Agnar og Maritu.

Leygardagin 15. februar andaðist Alexandra á Dul í Klaksvík, 86 ára gomul. Hon var var fødd 5. august 1916, dóttir Sáru og Jens Clæmint Isaksen. Alexandra var fødd og uppvaksin í Klaksvík.
            Í 1939 fór hon á húsarhaldsskúla í Danmark, og tvey ár seinni giftist hon í Keypmannahavn við Páll á Dul. Tey vóru millum tey mongu, ið ikki sluppu heimaftur, tá kríggið brast á.
          Saman við manni sínum hevur Alexandra verið samkomuni í Betesda ein hollur stuðul. Í nógv ár var hon vertur hjá teimum mongu útlendsku trúboðarunum, sum gjøgnum árini komu at vitja samkomuna.
          Alexandra og Páll fingu børnini Sáru, Agnar og Maritu.
                                                                                     r.s.
<B STRONG normal"$?$end$!$ <>
<B STRONG normal"$?$end$!$ <>