- Spæla vit fleiri dystir upp á hendan mátan, so skrambla vit niður eftir stigatalvuni, sigur Alexandur Johansen eftir 27-17 tapi fyri Kyndli í dag.
Kyndil vann ein greiðan sigur á strandingum í høllini á Hálsi í dag. Venjarin hjá StÍF var ikki blíður eftir dystin.
- Fokus hjá monnum var so ikki til hendan dystin, Ert tú ikki uppsettur, so verður tú hólvaður av, var staðfestingini hjá venjaranum.
Spælandi venjarin hjá Kyndli, Finnur Hansson, var hinvegin fegin.
- Hetta hevur alt at siga. Vit spæla ikki aftur fyrr enn um fýra vikur, men nú verður venjingarhugurin betri, sigur Finnur Hansson.
Hoyr samrøðurnar við Alexandur Johansen og Finnur Hansson undir greinini.