Áleypari helst til HB

Tað sær út til, at HB fær nýggjan føroyskan áleypara til komandi kappingarár

Okkurt bendir á, at Øssur M. Dalbúð endar í HB. Hann hevur fyrr váttað fyri In.fo, at hann er í samráðingum við føroysk feløg.

 

Les eisini:Øssur M. Dalbúð til Føroya

 

Tað ljóðar, at HB er í løtuni besta boðið at fáa áleyparan. HB hevur leitað eftir einum áleypara, og hevur í tí sambandið havt fleiri útlendskar spælarar til royndarvenjing.

 

Sum skilst, so hevur Víkingur eisini víst áhuga fyri áleyparanum, men í løtuni sær út til, at Øssur M. Dalbúð skiftur til HB.