Algudeyði: Tryggingin dekkar bara lutvíst

Sláturvirðið av fiskinum, sum er deyður av eitrandi algum í Noregi, hevði verið umleið tvær miljardir norskar krónur.

 

 

Sjálvt um norskir alarar eru tryggjaðir, noyðist alivinnan kortini sjálv at bera meginpartin av tapinum, nú eitrandi algur hava dripið fleiri túsund tons av alilaksi.

Gjensidige er størsti tryggingaraktørurin í norskari alivinnu.

- Allir alarar hava tryggingar sum fevna um slíkar hendingar sum hesa. Fyri okkara viðkomandi hava alifeløgini eina sjálvsábyrgd á í minsta lagi 20 prosent, og eg trúgvi, at onnur tryggingarfeløg munnu hava umleið somu treytir. 

Tað sigur samskiftisstjórin í Gjensidige, Øystein Thoresen, við Dagens Næringsliv. Hann vísir á, at onkrar alifyritøkur hava hægri sjálvsábyrgd, kanska upp ímóti 40-50 prosentum.

- Hetta kann antin vera tí, tey hava ynskt tað sjálvi fyri at gjalda minni í trygging - ella tí, vit meta, at váðin er stórur, sigur Øystein Thoresen.

Tryggingin fevnir tó bara um kostnaðin fyri útseting av smolti, fóðring og arbeiðsløn fram til skaðadagin. Mistu inntøkurnar fyri fisk, sum verður tikin, áðrenn hann hevur eina hóskandi stødd, dekkar tryggingin ikki.

Dagens Næringsliv hevur gjørt útrokningar yvir, hvat deyði fiskurin í Nordland og Troms hevði verið verdur, um hann slapp at liva og veksa upp til sláturs, og úrslitið er, at sláturvirðið hevði ligið um tvær miljardir norskar krónur.