Myndina eigur Nordlaks

Algur gera av við nógvan laks í Noregi

Neyðugt hevur verið at tikið fleiri hundrað túsund laksar í norskum alibrúkum, sum eru rakt av algum

Myndina eigur Nordlaks

Tað er ikki óvanligt, at algur gera um seg, tá hiti kemur í sjógvin, og norsk alibrúk hava áður verið rakt at algublóming.

 

Eitt av alifeløgunum, sum seinastu tíðina hevur verið hart rakt, er felagið Nordlaks, sum hevur havt algublóming á fleiri av sínum alibrúkum í Øksfjord í Nordland.

 

Avleiðingin hevur verið, at neyðugt hevur verið at tikið nógvan laks, og í fýra alibrúkum er allur laksurin longu tkin.

 

- Støðan er sera álvarslig, og vit hava mist nógvan fisk. Talan er um fleiri hundrað túsund fiskar.

 

Tað sigur samtaksstjórin í Nordlaks, Eirik Welde, við iLaks.

 

Hann vísir á, at átaksstøðið framvegis er høgt, og tí verður fylgt væl við gongdini, eins og regluligar váðametingar og dagføringar verða gjørdar.

 

##med2##

 

Nordlaks varð rakt á alibrúkinum, sum kallast Fornes, seinasta vikuskiftið í apríl, og síðan eru fleiri onnur alibrúk hjá felagnum rakt.

 

Eirik Welde vísir á, at felagið hevur roynt at bjargað teimum virðum, sum bjargast kunnu.

 

- Longu nú er fiskur tikin úr fleiri alibrúkum, eins og roynt hevur verið at flyta fisk burtur úr økjum, har algublóming er, sigur samtaksstjórin í Nordlaks við iLaks.

 

 

 

 

 

Myndina eigur Nordlaks

Eirik Welde, samtaksstjóri í Nordlaks, sum eisini eigur viðheftu mynd