Algurnar á Funningsfirði eru óskaðiligar

Karina Nolsøe, sum starvast á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at algurnar, sum um dagarnar blómaðu upp á Funningsfirði, eru væl kendar í Føroyum, og tær eru ikki eitrandi

Algur

Allur innari partur av Funningsfirði var reyður av algum sum eftir eitt grindadráp í vikuskiftinum.
Hans Pauli Hansen, sum býr í Funningsfirði, segði við Útvarpið, at hann ongantíð áður hevur sæð Funnigsfjørð so reyðan av algum áður.

Kendar algur

Fiskirannsóknarstovan hevur nú kannað algurnar, og Karina Nolsøe veit at siga, at talan er um tvey kend algusløg, nevniliga myrionecta rubra og scrippsiella trochoidea, harav nøgdirnar av fyrrnevnda slagnum eru nógv størri enn av hinum.
Men bæði sløgini kunnu lita sjógvin reyðan.
- Hetta eru vanligar algur í Føroyum, og tær blóma javnan, tá ið umstøðurnar eru tær røttu.
Karina sigur, at nevndu algurnar á ongan hátt eru eitrandi, og einki er til hindurs fyri eta fisk ella skeljadjór av Funningsfirði ? heldur ikki í hesum døgum.

Algan doyr

Hon vísir á, at sambært kanningunum, sum Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt, er ein góð miljón algur fyri hvønn litur av sjógvi, og tað er rættiliga nógv, men ikki ókent, tá ið umstøðurnar eru til tess.
- Algur er eitt náttúrligt fyribrigdi, sum serliga tekur seg upp um summarið.
Hon væntar, at algurnar og reyði liturin á Funningsfirði verður burtur, tá ið hendan vikan fer at halla.
Karina sigur, at algan doyr og fellir aftur á botnin, har hon verður umgjørd til ymisk lívrunnin evni.
- Tá ið slík fyribrigdi eru, sum í hesum førinum, er talan um sonevndar sporar sum liggja í botninum, og tá ið so umstøðurnar eru tær røttu, kemur gongd í. Hesir sporar virka í so máta sum fræ, sum gongd kemur í, sigur hon.
Karina Nolsøe sigur, at algurnar kunnu flyta seg við egnari hjálp, men í fyrsta lagi er tað rákið sum avgerð, hvønn veg tær flyta seg.