Í 1992 skrivaði táverandi forsetin í USA, George H.W. Bush, undir upp á, at 25 ár eftir táverandi dagfesting skuldi skjølini í Kennedy málinum verða løgd fram fyri almenningum. Og tann freistin er farin í dag.
Tískil verður væntað, at í dag verða túsundvís av áður loyniligum skjølum um morðið á forsetan John F. Kennedy almannakunngjørd. Serfrøðingar í Danmark siga sambært Ritzau, at tað neyvan merkir, at man fær aðrar niðurstøður um, hvør drap Kennedy. Tað hava annars líka síðan morðið verið eitt ótal av konspiratiónsteorium um, at maðurin, sum varð handtikin fyri morðið, ikki var veruligi drápsmaðurin.
Tað verður væntað av serfrøðingum, at skjølini kunnu sáa iva um, hvussu amerikonsku fregnartænasturnar viðgjørdu málið.
- Eg vænti, at tey skjøl, sum koma fram, ikki neyðturviliga snúgva seg um sjálvt morðið, men heldur um, hvussu fregnartænasturnar handfóru málið, og harvið eisini, hvørji mistøk vórðu gjørd, sigur Anne Mørk, sum er adjuktur fyri Amerikanskar Studiur í Syddansk Universiteti, sambært ritzau.
Talan er um 3600 áður loynilig skjøl um drápið, sum skelkaði heimin fyri skjótt 54 árum síðani. Trump forseti skrivaði herfyri á Twitter, at hann fór at leyslata skjølini. Ein kanning staðfesti annars tá, at Lee Harvey Oswald, ein 24 ára gamal fyrrverandi hermaður í USA, stóð handan drápið. Men tað hevur ongantíð eydnast at vísa á orsøkina til, at Oswald skuldi havt áhuga í at myrða Kennedy, og samstundis váttaði hann sjálvur ongantíð, at hann var byrsumaðurin. Hann varð sjálvur dripin tveir dagar eftir, at hann varð handtikin fyri morðið á Kennedy.
- Eg vænti ikki tað stóru avdúkingina um, hvat veruliga hendi tann dagin. Men kanska fáa vit at vita nøkur ting um, hvat hendi í sjálvari kanningini, sum fregnartænasturnar kanska vildu dylja, sigur Anne Mørk, sambært Ritzau.
Trump hevur tikið avgerð um at fylgja tí, sum George H.W. Bush stakk út í kortið í 1992, og sambært Anne Mørk kann Trump eisini hava egin áhugamál fyri at gera júst hetta.
- Trump metir amerikonsku fregnartænasturnar sum møguligar fíggindar, sum kunnu vera við til at seta hann frá sum forseta, sigur Anne Mørk. Hon heldur sostatt, at um Trump við at leggja fram hesi skjøl kann prógva, at fregnartænsturnar hava havt ein leiklut í morðinum ella fjala veruliga drápspersónin, so vil tað uttan iva styrkja støðu Trumps.
/ritzau/