Ali Agca latin leysur

Mehmet Ali Agca, sum royndi at beina fyri Jóihannesi Páll páva, er nú sloppin úr fongslinum.

Í 1981 royndi tann 23 ára gamli turkiski maðurin Mehmet Ali Agca at beina fyri táverandi pávanum, Jóhannrsi páll Øðrum, á Pæturstorginum í Rom. Men morðroyndin miseydnaðist, hóast pávin var illa særdur av skotunum. Stutt eftur var Ali Agca dømdur og settur í fongsul.

Tá hann hevði sitið í 19 ár, gjørdu italsku myndugleikarnir av at veita honum grið og at senda hann aftur til Turkalands. Har kom hann aftur í fongsul, tí hann viðgekk at hava verið uppi í einum bankaráni og einum morði í sjeytiárunum. Í morgun slapp hann so út eftir næstan 25 ár aftan fyri rimarnar.

Jóhannes Páll pávi var í 1983 í fongslinum og vitjaði mannin, sum royndi at myrða seg. Pávin fyrigav honum gerðina og vælsignaði hann.

Tað er framvegis ein gáta, hví Mehmet Ali Agca royndi at beina fyri pávanum. Tey flestu hildu hann vera sinnissjúkan, men onnur halda, at hann var ikki einsamallur um morðætlanina. Eitt nú halda summi, at fregnartænasturnar Bulgaria og Sovjetsamveldinum stu8ðlaðu morðrouýndini, men tað er ongantíð prógvað.