Felagið hevur sagt sáttmálan við Nicoletu Radu Hansen upp, og Alina Olaru, sum seinast spældi við Tjaldri, er knýtt at hópinum. Alina Olaru hevur verið í barnsburðafarloyvi seinastu mánaðirnar, men nú fer hon aftur at royna seg á vøllinum.
Durita Ljósstein er skødd, og tað er líkt til, at Alina Olaru skal loysa hana av.
Harumframt er Harald Bjørgvin, sum var fyribils venjari hjá VÍF í fjør, settur sum hjálparvenjari.
Tað skrivar heimasíðan hjá Neistanum.