Tað gjørdi góðan mun hjá Stjørnuni í fjør, at liðið um jóltíðir fekk Alinu Olaru til felagið úr StÍF. Rumenski bakkurin gjørdist skjótt ein lyklaleikari hjá Stjørnuni, og eingin ivi er um, at hon átti ein stóran part av heiðurinum av, at tað eydnaðist klaksvíkskvinnum at ogna sær greipuna.
Spældi við fríggjakvøldið
Leiðslan í Stjørnuni helt eisin, at Alina Olaru fór at verða partur av liðnum aftur í ár. Eftir summarfrítíð í Rumenia, kom hon herfyri aftur til Føroya, og fríggjakvøldið var hon við, tá ið Stjørnan spældi móti Ikast Bording í KÍ-høllini.
Tá ið so Stjørnan og Alina skuldu samráðast um løn, gjørdi rumenin teimum greitt, at hon skuldi ikki hava nakra løn frá Stjørnuni, tí hon fór til Fraklands at spæla, greiðir formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, frá. - Hetta kom ógvuliga óvart á okkum, tí vit høvdu gjørt eina avtalu fyri komandi kappingarár, sigur hann.
Formaðurin í Stjørnuni sigur tó, at felagið allatíðina hevur vitað, at Alina kundi hugsað sær at sloppið at royna seg í einari sterkari kapping enn tí føroysku, men at tað skuldi henda so bráddliga, og uttan at leiðslan í Stjørnuni visti av nøkrum, kom ógvuliga óvart á Kristoffur Ragnarsson.
Hvørki formaðurin í Stjørnuni ella venjarin, Rógvi Nielsen, vita, hvussu nýggja felagið hjá Alinu Olaru kallast, men teir siga tó, at sambært rumenska leikaranum er talan um eitt lið í bestu fronsku deildini. Franska hondbóltsdeildin telist millum tær sterkaru í Europa, tó nakað aftan fyri eitt nú tí donsku og tí norsku.
Vilja hava endurgjald
Formaðurin í Stjørnuni greiðir frá, at spæliloyvið hjá Alinu Olaru er framvegis í Klaksvík, og hann sigur, at felagið ikki fer at utflýggja loyvið, fyrr enn Stjørnan hevur fingið endurgoldið tær útreiðslur, ið tað hevur havt av rumenska leikaranum. - Vit hava goldið ferðaseðil millum Føroyar og Rumenia fyri hana, og somuleiðis hava vit rindað eina ávísa upphædd fyri at fáa hana leysa av øðrum felagi. Hetta vilja vit fegin hava endurgoldið, áðrenn vit útflýggja franska felagnum spæliloyvið hjá Alinu Olaru, sigur Kristoffur Ragnarsson.
Spurdur um Stjørnan nú fer út at leita eftir einum avloysara fyri Alinu Olaru, ella um man tekur til takkar við tí leikaratilfari, sum frammanundan er í felagnum, sigur formaðurin í Stjørnuni: - Vit fara beinan vegin at leita eftir nýggjum spælara, og tað verður leitað uttanlands, sigur Kristoffur Ragnarsson, sum vónar, at felagið hevur fingið okkurt upp á pláss í hesi vikuni við nýggjum spælara.