Aling: 1600 fólk missa arbeiði

Norski risin innan framleiðslu og sølu av fiskavørum, Marine Harvest, niðurleggur eitt av fýra framleiðsluvirkjum í Chili. ILA hevur gjørt av við ein stóran part av laksinum Avleiðingin er, at eini 1600 fólk missa arbeiði. 660 eru uppsøgd ?uppá standandi fót?, og hini missa arbeiði so við og við fram móti sumri.

Hetta upplýsti felagið yvirfyri chilenskum fjølmiðlum í vikuskiftinum.

- Eg kann vátta, at vit gevast á hesum framleiðsluvirkinum, men eg havi ikki endaliga talið av uppsøgdum. Men 1600 kann vera á eini leið, sigur Arne Hjeltnes hjá Marine Harvest í Noregi við norskar fjølmiðlar.

Tað er ein stórur partur av góðskingini av laksi hjá felagnum, sum við hesum verður niðurløgd eftir, at so stórt fellið hevur verið í laksinum av ILA.

Marine Harvest hevur verið eitt av heimsins leiðandi feløgum innan fiskavørur.

Um miðjan februar kom fram, at felagið hevur havt niðurskrivingar fyri útvið eina hálva miljard krónur í Chili, og felagið kunngjørdi, at framleiðslan av laksi helst fór at fara úr 90.000 niður í 50.000 tons.

Tá metti Marine Harvest eisini, at neyðugt fór at verða at siga umleið 1.000 av tilsamans 4.000 fólkum í Chili úr starvi orsakað av fellinum.

Arne Hjeltnes sigur við norskar fjølmiðlar, at málið hjá felagnum er, at virkisemið, sum nú hevur verið fyri bakkasti í Chili, skal byggjast uppaftur, sum tíðin gongur.