Alingin skapar nógv arbeiði

- Tað er eingin loyna, at alingin og tær tænstur, sum alivinnan spyr eftir, hava ein týðandi leiklut í rakstrinum av okkara virksemi, sigur stjórin í Mest, Mouritz Mohr.

Tað er undantakið, at tú sært Mouritz Mohr standa við hondunum niðri í lummunum.

 

 

Føroyska alivinnan, sum hevur havt fleiri góð ár, gevur nógvar ringvirkningar kring um í samfelagnum. 

Hetta merkist eisini á skipasmiðjuni Mest, har tey seinnu árini hava bygt nakrar nýbygningar og tvíkiljur sum alibátar til hesa vinnu, umframt at fyritøkan eisini hevur umvælt og dagført alibátar. 

 

Gera vit eina støðumynd og hyggja, hvat alivinnan skapar hjá Mest beint í løtuni, er talan um stórarbeiði.

Í gomlu og dagførdu byggihøllini í Havn stendur nýggja og grøna tvíkiljan hjá Bakkafrosti í gerð, og aftan fyri hana stendur alibáturin Staganes hjá Bakkafrosti, sum skal dagførast úr enda í annan. 

 

Tað er stutt síðan, at alibáturin Nøvan hjá Luna fór úr gomlu byggihøllini og liggur nú við bryggjuna. Nøvan er nevniliga fyrsta tvíkiljan, sum hevur verið til umvælingar í dagførdu byggihøllini, har umstøðurnar innandura nú eru tær allar bestu til at taka sær av smærri skipum, tvíkiljum og bátum til umvælingar. 

 

Henda dagin, In.fo vitjaði á Mest, stóð eisini ein stórur fóðurflaki hjá Bakkafrosti á bedingini, umframt Dragaberg, ið var fyrsti føroyski brunnbáturin, bygdur hjá Mest í 1990. Leggjast skal tó aftrat, at Dragaberg er ikki brunnbátur longur.  

Alivinnan skapar nógv virksemi hjá Mest, og hetta virksemi røkkur so sanniliga eisini til Mest á Skála og Mest í Runavík. Við bryggjuna hjá Mest á Skála liggur stóri báturin Martin hjá Bakkafrosti, sum skal hava eina nýggja avlúsingarskipan, og á bedingini á Skála stendur tvíkiljan Toftanes til viðlíkahald.

 

Mest hevur eisini eina deild í Runavík, sum áður kallaðist FJM og sum serliga arbeiddi við rustfríum stáli. Henda deildin hjá samtakinum hevur arbeitt nógv við útbúnaði til fiskiídnaðin, bæði á sjógvi og landi, og her er eitt nú talan um pavnar, flutningsbond, kør, tangar og ymiskt annað, og her eru eisini fleiri ymiskar uppgávur gjørdar fyri alivinnuna - á land og sjógvi.

 

Tað skulu góðar umstøður til góðar og dyggar tænastur, og hesar umstøður hevur Mest, bæði í Havn og á Skála. Mouritz Mohr, stjóri í Mest, vísir á, at umframt at gamla byggihøllin nú er dagførd - við nýggjum og størri hurðum, eins og syðra beding eisini er dagførd við ávísum tillagingum, eru umstøðunar í Havn nú tær bestu, ið hugsast kunnu.

- Vognurin á bedingini ger tað sera ómakaleyst at taka smærri skip og bátar upp og koyra hóskandi før beinleiðis av bedingini og inn í høllina. Bátar og skip, sum hava eina breidd upp í 10 metrar, kunnu takast inn í høllina, sum er 30 metrar long. 

Í gomlu og dagførdu byggihøllini eru eisini stórir kranar, sum gera tað lætt at skifta motorar og stál.

- Nú bæði syðra beding í Havn er dagførd, eins og bedingin á Skála eisini er dagførd og tillagað til eitt nú tvíkiljur, samstundis sum fyrsta tvíkiljan í løtuni stendur á vogninum á Skála, kunnu umstøðurnar ikki vera nógv betur, sigur Mouritz Mohr, sum er ovfarin av, hvussu lítla tíð tað tekur at flyta smærri før av lítlu beding í Havn, yvir á ein koyrivogn og inni í gomlu byggihøllina.

Skipasmiðjustjórin leggur aftrat, at umstøðurnar hjá Mest at bjóða tað, tey rópa yvirflatuviðgerð soleiðis eru tær bestu, ið skipasmiðjan nakrantíð hevur havt.

- Nú kunnu vit í enn størri mun enn áður átaka okkum sandblásing, metalisering og máling í góðum innandura umstøðum í Havn, leggur Mouritz Morh aftrat.

 

 

 

 

 

Tað er undantakið, at tú sært Mouritz Mohr standa við hondunum niðri í lummunum.