Aliráðstevna á Hotel Førum

Aliráðstevnan 2009 verður 27. februar á Hotel Føroyum. Nevndin í Havbúnaðarfelagnum leggur stóran dent á, at aliráðstevnan skal verða viðkomandi fyri starvsfólkini í alivinnuni og tær avbjóðingar, sum vinnan dagliga møtir

Árliga aliráðstevnan, sum Vinnuhúsið skipar fyri, verður á Hotel Føroyum 27. februar.

Eins og undanfarin ár verða tveir fastir tættir á skránni. Hugt verður eftir marknaðarútlitunum hjá alivinnuni komandi árið, umframt at lívfrøðiliga gongdin í føroysku alivinnuni verður gjørd upp. Tað eru ávikavist Hans Jákup Mikkelsen frá Marine Harvest og Rúni Dam frá Avrik, sum hava framløgurnar.

Eisini verða fleiri útlendskir gestir við á aliráðstevnuni. Cato Lyngoy, djóralækni, sum í nógv ár hevur arbeitt innan sjúkufyribyrging í Noregi, fer at greiða frá, hvussu fiskasjúkan PD smittar. Somuleiðis fer granskingarleiðarin frá norska granskingarstovninum Nofima, Grete Bæverfjord, at greiða frá kritiskum faktorum í sambandi við framleiðslu av rognum og smolti.

Frode Oppedag, granskari frá norska Havforskningsinstituttinum, fer at greiða frá yvirvøku av ilt í aliringum og hvussu týdningarmikið tað er við nóg mikið av ilti. Martin Iversen frá Høgskolen í Bøde fer at greiða frá strongd í sambandi við útseting av smolti.

Aðrir fyrilestrahaldarar verða Jan Sørensen frá Biofar og Durita Nielsen, granskari, frá Luna. Jan Sørensen fer at greiða frá umhvørvinum við alibrúkini, og Durita Nielsen, sum í løtuni er við at gera eina kanning av góðskuni á føroyskum laksi, fer at legga úrslit frá hesi kanning fram.

Jóhan Dahl, landsstýrismaður í alimálum, setir dagin, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.