Forvitnisligar aliroyndir á størri dýpi

Í Noregi gera alifeløg royndir við at ala laks í afturlatnum nótum niðri í sjónum fyri at sleppa undan lúsapláguni.

 

 

Atlantis Subsea Farming, sum er alifelag í Noregi, hevur nú fyri triðju ferð sett laks út í serligar nótir, sum eru afturlatnar og liggja nakrar metrar niðri í sjónum. Ein fyrimunur við hesum alihátti er, at tað í nógv størri mun slepst undan lúsapláguni, tí lúsin sum heild gongur longur uppi í sjónum.

 

Talan er um tvær nótir av hesum slag, sum liggja við Otervika. Laksurin, sum hesaferð varð settur út, var fiskur, ið vigaði millum hálvt annað og tvey kilo. iLaks veit at siga, at talan er um 170.000 laksar í hvørjari nót, og fiskurin verður verandi her fram til heystar, tá laksurin verður tikin.

 

Sum skilst á iLaks, er talan um fisk hjá tveimum feløgum, Atlantis Subsea Farming og Sinkaberg Hansen. Hetta er aling á royndarstigi, og tá fiskurin verður tikin til heystar, skulu eftirmetingar gerast, og spurningurin um framhaldandi menningarloyvi skal metast av nýggjum.

 

Sambært iLaks hevur eydnast at sleppa undan lúsini í hesari royndarverkætlan, og sagt verður, at laksurin í hesum báðum alinótunum nærmast var fríur fyri lús og var væl fyri. Eftirlit verður havt við lús og vælferðini hjá fiskinum við einari sonevndari Aquabyte-vakmyndaskipan.