Álit um fátækramark handað landsstýris-kvinnuni

Arbeiðsbólkurin handaði í morgum Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, álitið um føroykst fátækramark

FÁTÆKRAMARK

 

Arbeiðsbólkurin, ið varð settur at áseta eitt føroyskt fátækramark, handaði Anniku Olsen álitið kl 9.30.

Bólkurin definerar fátækradømi soleiðis:

 

At vera varandi avmarkaður frá at liva eitt lív við teimum materiellu ressursunum, sum eru í tráð við alment aksepterað livikor og lívshátt og ikki hava møguleika fyri sjálvur at koma sær úr støðuni.


Bólkurin staðfestir, at

 

"at vera fátækur í longri tíð er tað, sum kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tann einstaka og ta einstøku familjuna, og fyri at koma undir fátækramarkið, skal inntøkan hava verið lægri enn 60 prosent av miðinntøkuni í 3 ár á rað. Men nýggjasta granskingin um fátækradømi vísir, at fyri børn kann eisini stutttíðar fátækradømi fáa neilig árin seinni í lívinum. Tí eigur áhaldandi dentur at verða lagdur á fátøk børn – eisini stutttíðar fátækradømi hjá børnum.fólk, sum hava eina inntøku, sum liggur undir 60 % av miðalinntøkuni eru í fátækaváða."

 

Bólkur60% av miðalinnt
Støk       9.796
Par uttan børn       14.770
Støk við einum barni       12.800
Støk við tveimum børnum       15.754
Par við tveimum børnum       20.677
Par við fýra børnum       26.585

 

Í arbeiðsbólkinum hava sitið:

  • Heri Petersen, Almannamálaráðið (samskipari)
  • Michael Feldballe Hansen, Almannamálaráðið
  • Høgni Vilhelm, Hagstova Føroya
  • Jóannes Jacobsen, CBS og Fróðskaparsetur Føroya
  • Marjun Berg, Almannaverkið

 

Sonja Jógvansdóttir, sum var umboð fyri Samtak, meldaði seg úr bólkinum fáar dagar áðrenn álitið var handað Landsstýriskvinnuni.