Álítandi og slitsterkur arbeiðsbilur 

Isuzu D-Max er ein brúkaravinarligur bilur, ið kann brúkast til flest øll endamál.

 

Nýggi Isuzu D-Max er ein elegantur bilur við nógvari útgerð og góðum komforti. Bilurin ber vektina væl og er sum ein SUV at koyra. Kabinan er í flottum stíli sum í einum persónbili.

 

Isuzu er ein næstan 100 ára gomul verksmiðja, sum er elsti framleiðari av vørubilum í Japan. Isuzu D-Max kom fyrstu ferð á marknaðin í 2002, og hesin er triðja gereratión. D-Max er væl umtóktur kring allan heimin sum ein álítandi og slitsterkur arbeiðsbilur. 

 

D-Max fæst í trimum ymiskum útgávum: Single Cab, Extended Cab og Crew Cab. Hvat útgerð viðvíkur fæst hann sum Standard, Premium og Exclusiv. Her kann kundin velja ímillum tær ymisku útgávurnar - alt eftir tørvi.

 

Bilurin er útgjørdur við øllum tí nýggjasta innan trygdartøkni. Eisini fekk hann 5 stjørnur í Euro NCAP trygdartestunum. 

 

##med2##

 

Allir D-Max eru 4x4 við differentialesperru á bagakslinum. Bilurin lastar eitt tons, sum er millum tað mesta í sínum flokki, og hann kann sleipa upp til 3,5 tons. Allar útgávurnar av D-Max kunnu leverast við sleipikróki. 

 

Motorurin er ein 1,9-litra turbo dieselmotorur við 164 hk og 360 Nm, sum lýkur øll krøv til Euro 6-standardin fyri útlát. 

Hjá teimum sum ynskja sær ein brúkaravinarligan bil, ið kann brúkast til flest øll endamál, er Isuzu D-Max eitt gott val. 

 

Isuzu D-Max hava 5-ára garanti og kunnu síggjast og roynast hjá Bilrøkt.

 

##med3##

 

Kabinan er í flottum stíli sum í einum persónbili.

D-Max fæst í trimum ymiskum útgávum: Single Cab, Extended Cab og Crew Cab.