Alive Alive O

Leygarkvøldið 8. januar í komandi øld koma The Dubliners til Føroya, har teir fara at hava fyrstu framførsluna í nýggju øldini

Teir í Alive Music, felagið, sum fyri stuttum fyriskipaði tvær rimmar konsertir við Shu-bi-dua, kunnu nú av røttum syngja Alive Alive O.

Teimum hevur nevnliga eydnast at fáa heimskendu írarnar úr The Dubliners henda vegin at spæla til ta, sum fyrireikararnir kalla aldarinnar konsert.


Spælt í 36 ár

The Dubliners hava verið støðugt frammi í heili 36 ár, og vórðu teir ivaleyst teir fyrstu, sum av álvara gjørdu fólkatónleikin til eina fólkaogn. Ikki bara í Írlandi, men so sanniliga út um allan heimin.

Bæði røddir og tónleikur teirra er í einum flokki fyri seg, og fleiri av løgunum, sum teir framføra, eru við árunum vorðnar til sannar landaplágur. Flestu okkara munnu kennast við tónararnar frá, Wild Rover, Alive Alive O og There?s Whiskey In The Jar, bert fyri at nevna nøkur teirra.

Tað, at teir nú hava verið frammi so leingi, ber sjálvandi eisini við sær, at teir ikki eru heilt ungir longur, men hvat ger tað? So leingi teir duga at spæla og syngja tey løg, sum áhoyrararnir vilja hoyra, eru árini eingin forðing, og lítið er at ivast í, at teir fara at halda á fram fleiri ár afturat.

Kanska man besta dømi um undirtøkuna, sum teir framvegis hava millum manna, vera, at teir fyri stuttum góvu út eina dupultfløgu við bestu løgum teirra, og at henda fløga seinastu tíðina hevur herjað á tónleikatindarnir kring allan knøttin.

Í løtuni eru teir í Týsklandi og spæla, og hava teir ikki færri enn 14 framførslur hetta til jóla, so at teir eru væl samanspældir er lítið at ivast í. The Dubliners teljast eisini millum bestu live-bólkar í heiminum, so væntast kann, at áhoyrararnir, sum leita sær niðan á høllina á Hálsi hin 8. januar, fáa eina tónleikauppliving av teimum heilt stóru.


Fyltu høllina

At bólkurin eisini er væl umtóktur her á landi ivast fyrireikararnir ikki í. Fyri nøkrum árum síðani høvdu teir tvær framførslur uppi á Hálsi, og báðar ferðir var salurin fullsettur, so tað átti ikki at staðið á at fylt høllina til hetta tiltakið.

Manningin hesu ferðina er tó ikki heilt hin sama. Onkrar broytingar hava verið seinastu árini, og er ein teirra, at Ronnie Drew fyri 3 árum síðani tók seg úr bólkinum, við tað at hann vildi royna seg sum solistur. Maður kemur tó í mans stað, og fyri Ronnie hava Dubliners fingið kanska best umtókta vísusangaran í Írlandi, nevnliga Paddy Reilly. Reilly hevur, áðrenn hann gjørdis limur í The Dubliners, gjørt rættuliga vart við seg, og m.a. hevur hann set met í Írlandi, við tað at eitt av løgum hansara, The fields of athenry, var á top-20 listanum í Írlandi í ikki færri enn 23 mánaðir!

Fyrireikararnir leggja eisini dent á, at við tað at the Dubliners longu mánadagin 10. januar hava framførslur í øðrum londum á skránni, verður eingin møguleiki at skipa fyri meira enn tí einu konsertini. Tískil er kanska skilagott at ogna sær atgongumerki beinanvegin, nú forsølan byrjar mánadagin.

At talan verðu um eina stak góða konsert ivast teir ikki í. Tað munnu vera fáir bólkar, ið eru eins góðir á palli, sum gomlu írarnir, og tað í sær sjálvum borgar fyri góðsku.

Harafturat siga fyrireikararnir eisini, at stóra Shu-bi-dua tiltakið gav teimum nógvar royndir, sum eiga at koma teimum til góðar framyvir.

Sølustøðini verða helst kunngjørd í næstum, og har umframt er eisini ætlanin, at atgongumerki skulu kunna keypast á heimasíðuni hjá Alive Music, www.alive.music.com.