Tað er ikki semja í alivinnuni um nýggja kravið frá myndugleikunum um, hvussu nógv lús kann verða á alilaksi.
Hámarkið hevur verið 1,5 vaksin kvennlús fyri hvønn laks, men nú er tað lækkað niður í eina vaksna kvennlús fyri hvønn laks.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, segði í gjár í útvarpinum, at Havbúðnaðarfelagið arbeiðir fyri at fáa málið viðgjørt av nýggjum, tí sum er krevur tað meiri avlúsing
Men hesum er stjórin í Luna, Atli Gregersen, als ikki samdur í. Tvørtur ímóti er hann samdur í, at markið skal niður, sum eisini er endamálið við eini kunngerð, sum verður sett í gildi í næstum.
Og Atli Gregersen ger greitt, at hann verður ikki við í nøkrum arbeiði at gera markið hægri aftur.
Við útvarpið í dag segði Tróndur Kragesteen frá Fiskaaling, at tess lægri markið er, tess minni avlúsing krevur tað, tá ið øll alibrúkini eru komin niður um lága markið.