Langt er millum dansitiltøkini í Ítróttarhøllini á Nabb. Nú leygarkvøldið verður tað so aftur eitt rimmar dansikvøld, og tað er eingin minni enn ?All That Rain" sum fara at spæla.
?All That Rain" eru kendir fyri at seta rættiligt lív í áskoðarafjøldina og spæla júst tann tónleikin fólk flest dáma bæði at lurta eftir og at dansa til.
Tað eru sera royndir tónleikarar sum manna ?ATR", og fyri ikki so langari tíð síðani, kom Pól Arni Thomsen við í bólkin sum forsangari. Tað vísti seg at vera eitt sera gott ?kup" og ikki kann sigast annað enn at bólkurin "ATR" mann vera ein hin besti tónleikabólkurin í Føroyum.
Tiltakið byrjar kl.23:30 og dyrnar latað aftur kl. 04:00.
Tað er "Showtime sound&Lightning" sum stendur fyri PA.ljóð og ljós. Teir hava millum annað leverað ljóð/ljós-útgerð til "G-Festivallin", "Nik & Jay konsertina" og mong onnur størri tiltøk, so tann parturin av tiltakinum verður tað sjálvandi eisini gjørt nógv burturúr.
Bussar koyra til og frá Ítróttarhøllini á Nabb: Frá Vestmanna og Vágunum ber til at bíleggja pláss á tlf. 21 77 52, og úr Eysturoynni á tlf. 21 64 64.