All That Rain í TB-Húsinum

Nú fótbóltsárið er komið at enda, fer TB-húsið undir vetrarskrá sína, og mangt áhugavert er á skránni. Longu komandi vikuskifti verður rimmar dansur við vælumtókta bólkinum All That Rain. Tónleikaúrmælingarnir hava áður vitjað TB-húsið og hava teir havt eitt sera gott tak á áskoðarafjøldini, sum altíð hevur verið fjølment. Kostnaðurin er 120 kr. og bussar koyra í samband við tiltakið.
Næsta vikuskifti, dagarnir 29. og 30. oktobur, verður stórur basarur við eydnuhjóli, lutaseðlum og mongum øðrum undirhaldandi tiltøkum. Millum ørgrynnuna av góðum vinningum kunnu nevnast 30 seyðir, gávukort uppá 500 ltr. av olju frá Statoil, 1000 kr. í olju frá T.F. Thomsen, 4 gávukort uppá 250 kr. í bensini frá T.F. Thomsen og mangt annað.
Nærri fæst at vita um hesi- og komandi tiltøk við at hyggja undir komandi tiltøk á Portalinum. Eisini verða plakatir hongdar upp um alla oynna, sigur Tvøroyrar Bóltfelag í tíðindaskrivi.