Allah bert fyri muslimar

Allah merkir Gud á arabiskum. Men tað leggja myndugleikarnir í Malaysia eftir øllum at døma einki í. Nú er tað nevniliga bannað øllum kristnum, hindu’um, buddhistum og øðrum religiøsum minnilutabólkum at nýta orðið Allah í teirra trúarlívi. Allah skal bert nýtast til tey 60% av fólkinum, sum viðurkenna Islam. Hetta mátti ein blaðstjóri sanna, tá hann nevndi Allah í einum kristnum samanhangi. Úrslitið var, at avísin misti prentloyvi. Tað veit tíðindastovan Reuters.