TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av sendingini SportBoxin á Rás2, sum nevnist "Fótbóltspanelið".
Gestur hjá Tróndi Arge var Allan Mørkøre, landsliðslegenda, og eisini legenda frá meistaraliðum hjá KÍ, HB og B36.
Allan Mørkøre heldur føroysku fótbóltsdómararnar verða alt ov erkvisnar, og heitir á teir um at tola eitt sindur meira av, og verða meiri fyribyrgjandi so teir ikki koma í keðiligar støður har reyð kort mugu gevast.
Allan Mørkøre heldur eisini, at alt ov fáir ungir, evnaríkir spælarar fáa møguleikan í effodeildini. Í sendingini fortaldi Allan Mørkøre eisini um minniligar hendingar frá tíðini hann spældi fótbólt á hægsta støði, ikki minst á landsliðnum. Allan gav sær eisini tíð til at meta um 11. umfar í effodeildini, sum verður spælt hetta vikuskiftið.