Allan Mørkøre skoraði trý mál, tá felag hansara, ÍBV, vann ein minningardyst á Vestmannaoyggjunum 4-0. Dysturin varð ímóti FH, sum spælir í næstbestu íslendsku deildini.
Allan Mørkøre skal í summar spæla í álopinum hjá ÍBV, og tað hevur gingið væl hjá Allani at gera mál í venjingar- og steypadystunum undan landskappingini.
Dysturin móti FH var seinasti dysturin hjá ÍBV undan fyrsta umfarinum í landskappingini, sum verður komandi hósdag.