Allan og KA taptu aðru fjórðingsfinaluna á heimavølli

KA má nú spæla triðju fjórðingsfinaluna móti Haukum á útivølli komandi fríggjakvøld

Allan Norðberg skoraði eitt mál og Nicholas Satchwell sat uttanfyri við skaða tá lið teirra, KA tapti 22-23 fyri Haukum í aðru fjórðingsfinaluni í íslendska endaspælinum.

 

Gongdin í dystinum var hendan: 1:1, 3:4, 6:6, 9:9, 11:12, 12:15, 14:16, 17:16, 19:19, 21:21, 22:23.

 

Úrslitið merkir, at støðan í fjórðingsfinalu-uppgerðunum er nú 1-1, og tí verur triðja og alt avgerandi fjórðingsfinalan leikt á Hafnarfjørðinum komandi fríggjakvøld klokkan 19.30.

 

Sambært handbolti.is hevur Nick, ið Nicholas Satchwell verður nevndur millum manna brotið høgra tummil aftaná fyrru uppgerðini móti Haukum. Tummilin er í gipsi.

 

Handbolti.is skrivar, at óhappið hjá Nick er hent í gleðisrúsinum aftaná 30-29 sigurin, tá KA vann fyrstu fjórðingsfinaluna við einum brotskasti sum var tikið í seinasta sekundi av dystinum. Nick stoytti saman við ein liðfelaga í øllum gleðisrúsinum, og har hendi keðiliga óhappið við tummlinum.

 

Liðið hjá Dánjali Ragnarssyni, ÍBV er víðari til hálvfinalurnar. Liðið hjá Rógva Dal-Christiansen og Vilhelmi Poulsen, Fram er úti av kappingini.