Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spældu hóskvøldið dyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Í Kópavogi eydnaðist tað Vali at vinna trivaligan 33-24 sigur á HK. Valur legði góðan botn í fyrra hálvleiki, og í steðginum var liðið úr Reykjavík á odda 18-9.
Allan skoraði tvey mál í dystinum.
Talan var um triðja sigurin á rað hjá Vali. Allan og liðfelagarnir eru næstfremst í deildini við 14 stigum. Haukar eru fremst við 16 stigum.
Leygardagin 22. november hevur Valur dyst á heimavølli móti ÍBV.










