Allan segði farvæl: Tárini trillaðu

- Eg havi verið stoltur av at umboða land tykkara, segði Allan Simonsen millum annað, tá hann við gráturød, takkaði fyri seg eftir átta ár í føroyska venjarasessinum

 

Farvæl

 

 

 

Einki er at ivast í, hvør stóra løtan í tíðindafundinum fríggjadagin mundi vera.

 

Eftir at umboðini fyri fótbóltssambandi, leikararnar og annar av fyrrverandi hjálparmonnum hansara høvdu haft orðið, reistist Allan Simonsen við orðunum »så er det vist min tur«.

 

 

 

Bara gott at bera

 

Fólk vóru sjálvandi forvitin eftir at vita, hvat lítli ? men kortini stóri ? maðurin fór at siga, nú hann stóð við endan av føroyska ævintýrinum hjá sær. Onkur væntaði kanska eina skarplødda kanón, har nøkur ting skuldu setast upp á pláss, meðan onnur kanska vóru meira spent um, hvussu framtíðar yrkisleiðin hjá Allani Simonsen fór at síggja út, men tað var tó hvørki av hesum, sum vóru at hoyra.

 

Heldur byrjaði hann úr einum enda at siga frá, hvussu væl hann hevði kent seg í Føroyum. At hóast átta ár vóru lang tíð, so hevði hann kortini verið sera fegin um ta tíð, sum hann hevur verið við føroyska landsliðnum. Okkurt smávegis skotið mundi vera til onkran av leikarunum, men tó ongan tíð soleiðis, at hetta var meint á ein óreinan hátt.

 

 

 

Við gráturødd

 

Fyrstu tekini um, hvussu væl Allan Simonsen hevur dámt at verið í Føroyum, komu so við og við inn í røðuna, og meðan hann hugleiddi um føroyska blíðskapin, sum altíð hevur verið sjónligur, hendi tað fleiri ferðir, at hann mátti steðga, tí røddin ikki vildi bera orðini fram.

 

Hann kom heldur ikki meira enn hálva leið í hesum tøkkum, fyrr enn hann skifti evni frá tí persónliga, og yvir aftur á tað fakliga, sum helst var lættari at tosa um. Takkaði fyri gott samstarv við allar teir partar, sum hann hevur havt við at gera her uppi. Tað verið seg venjarar, feløg, leikarar, fjølmiðlar o.a.

 

Í hesum vóru tað sjálvandi serliga leikararnar, sum Allan serliga hugsaði um, og hann duldi ikki fyri, at hann kendi seg sera hepnan at hava ein leikarahóp, sum í samfull átta ár hevði verið somikið loyalur mótvegis sær.

 

Eisini kom hann inn á framtíðina hjá føroyskum fótbólti, og her ivaðist hann ikki í, at landsliðið eisini í framtíðini fer at røkka góðum úrslitum.

 

- Vit hava seinnu árini sæð alt fleiri ungar leikarar koma inn á liðið, og saman við teimum royndu, sum framvegis eru í hopinum, eri eg ikki í iva um, at úrslitini fara at verða góð framyvir. Eg kann eisini vissa tykkum um, at eg altíð fari at fylgja væl við, hvussu lið tykkara fer at standa seg framuyvir, og um hetta ikki ber til ígjøgnum vanligu miðlarnar, vænti eg altíð, at eg kann ringja upp til onkran av teimum mongu vinum, sum eg havi fingið í Føroyum.

 

- Eg vil eisini gjarna siga tykkum, at eg altíð havi verið stoltur av umboða land tykkara, og at eg alla tíðina havi kent meg sum ein av tykkara.

 

 

 

Tárini trillaðu

 

Eftir at hann soleiðis hevði ressa seg sjálvan eina løtu, varð aftur ferðast yvir til persónligu tøkkirnar, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist manninum, sum frá flestu síðum varð skýrdur ein harður, men rættvísur samstarvsfelagið.

 

Tað stendur í øllum førum púrasta greitt, at tey sum hildu, at Allan bert var føroyskur landsliðsvenjari, tí hetta var ein lættur háttur at vinna fitt av peningi, fóru so dyggiliga skeiv í sínari meting av hesum.

 

Við tárunum rullandi eftir kjálkunum segði venjarin farvæl við øll tey, sum hann hevur starvast saman við hesi árini. Serstakliga vóru tað hjálparvenjararnir hesi árini, Petur Simonsen og Jógvan Martin Olsen, sum fingu eina tøkk, saman við toppunum í FSF.

 

Ikki minst vóru tað teir báðir, Torleif Sigurðsson og Jens Erik Magnussen, men størsta heiðurin mundi aðalskrivarin, Ísak Mikladal, tó fáa.

 

Tá gjørdust orð ov fátæk hjá kensluborna venjaranum, og heldur enn at geva eina forbronglaða føroyska umseting av seinastu orðunum, verða hesi bara sett á donskum ístaðin:

 

»Der er så meget, som jeg ville sige til Ísak. Men jeg ka? bare ikki. Tak til jer alle« vóru seinastu orðini frá lítla manninum, sum í so nógvar mátar hevur verið eitt stórt umboð fyri land okkara, og frá hesum síðum skal ljóða, at tøkkin er janvt stillað báðar vegir.