Allan Norðberg gjørdi sítt tá lið hansara, KA á Akureyri spældi seinasta dystin undan vetrarsteðginum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Á heimavølli á Akureyri vunnu Allan Norðberg og liðfelagarnir 35-32 á Fjølnir, ið liggur næstaftast í deildini.
Allan Norðberg skoraði fimm mál fyri KA í dag.
Í steðginum var KA á odda 20-15. Ta einu løtuna stóð á gomlum nøglum, tá støðan var 30-29 til KA, men seinastu løtuna knógvaði KA sigurin heim.
Sigurin merkir, at KA er bert málmunin frá at vera á áttanda plássinum, ið gevur rætt til at taka lut í endaspælinum um íslendska meistaraskapið.
Kappingin í Ólís-deildini byrjar aftur 29. januar komandi ár.
Støðan:
Lið: | Dystir | Málmunur | |
Haukar | 14 | 385:355 | 23 stig |
Afturelding | 14 | 387:359 | 22 |
Valur | 14 | 382:334 | 19 |
ÍR | 14 | 427:391 | 18 |
Selfoss | 14 | 431:427 | 17 |
ÍBV | 14 | 391:375 | 16 |
FH | 14 | 407:388 | 16 |
Stjarnan | 14 | 369:380 | 11 |
KA | 14 dystir | 386:405 | 11 stig |
Fram | 14 | 336:366 | 8 |
Fjölnir | 14 | 370:429 | 5 |
HK | 14 | 350:412 | 2 |