Allan Norðberg vitjaði aftur á slóðina í kvøld.
Allan og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld dyst á útivølli á Akureyri móti gamla liðnum hjá Allani, KA.
Valur kom niður á jørðina aftur aftaná ótrúliga evropeiska avrikið móti Steua Bukarest farna leygarkvøld.
KA vann dystin á Vali 34-29 aftaná at hava verið á odda 14-13 í steðginum.
Allan skoraði fýra mál fyri Val í kvøld.
Úrslitið merkir, at FH vinnur grundspælið. FH hevur 35 stig og Valur hevur 32 stig, og tá bert eitt umfar er eftir kann Valur í mesta lagi fáa 34 stig.
Fríggjakvøldið klokkan 20.30 spælir Valur á heimavølli eina finalu móti Afturelding um annað plássið. Valur hevur 32 stig og Afturelding hevur 31 stig.