Allan var stoltur av øllum spælarunum

Fótbóltur: Landsliðsvenjarin vildi ikki taka nakran framum hinar, tí hann helt, at talan hevði verið um satt liðavrik

TOFTIR: Allan Simonsen hevur verið í mongum fótbóltsvási, síðani hann í 1972 sum 18 ára gamal skrivaði sáttmála við týska felagið Borrusia Mönchengladbach og seinni spældi í Barcelona. Men hann váttaði eftir tíðindafundin sunnudagin, at hetta var nakað av tí mest spennandi, hann hevði verið við til:

­ Tað var so spennandi í 2. hálvleiki, sum tað ber til at ímynda sær. Hjartað pumpaði sum eg veit ikki hvat, og lættin var ómetaligur, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.


Uppiborin sigur

Á tíðindafundinum vóru báðir venjararnir samdir um, at spælið hesa ferð var væl betur, enn tað var niðri á Malta:

­ Mítt lið spældi væl, men eg má ásanna, at tykkara lið var tað stinnara, segði jugoslaviski venjarin hjá Malta:

­ Men eg gleðist um, at vit framvegis hava framgongd í spælinum, og eg rokni við, at úrslitini fara at gerast betri, sum frálíður.


Liðavrik

Allan Simonsen rósti øllum sínum monnum fyri eitt gott avrik:

­ Eg vil ikki taka nakran framum nakran annan. Fyrra hálvleik spældu mínir tað besta, sum teir hava víst tey árini, vit hava samstarvað, og tað eri eg ógvuliga fegin um. Eg eri eisini fegin um, at teir megnaðu at stríða seg ígjøgnum 2. hálvleik, tá fyritreytirnar broyttust so nógv.

Hvat segði tú við teir í steðginum?

­ Eg segði við teir, at eg var sera væl nøgdur við tvey mála leiðsluna, og at vit skuldu gera alt fyri at varðveita hana. Vit skuldu spæla fyri at halda tætt, og tað mátti ikki koma fyri, at teir skjótt skoraðu eitt mál, og so vita vit, hvat hendi inni á vøllinum. Eg harmist um lagnuna, Jan Dam fekk, og eg harmist serliga um, at hann eftir øllum at døma verður leikbannaður fleiri dystir í heyst. Tað er ein stórur missur.

­ Men samstundis gleðist eg um, at hinir stríddust so nógv. Tað var sjón fyri søgn, at nógvir vóru ómetaliga móðir, og eg kundi havt skift fleiri aðrar út, enn teir báðar, sum eg tók út.


Halda seg til

tað kenda

Umhugsaði tú í fyrireikingunum at broyta spælistíl og kanska flyta fólkið longri fram á vøllin?

­Vit hava onkuntíð undir venjing roynt at spæla øðrvísi, enn vit hava gjørt, men tað gongur ikki. Tað verður óskipað og menninir kenna seg ikki so væl. Eg valdi at geva Henningi Jarnskor og Allani Mørkøre møguleikan at samanspæla í høgru og Øssuri Hansen og Jens Kristiani Hansen at samanspæla í vinstru, og eg haldi, at teir stóðu seg væl.


Møguleikin er har

Tú hevur tosað nógv um, at eina ferð fer landsliðið at taka stig frá onkrum av teimum stóru. Roknar tú við, at tað verður skjótt?

­ Eg havi sagt, at møguleikin er har, men so skal alt ganga upp í eina hægri eind, um tað skal eydnast. Nú eru vit frammanfyri Kekkia í okkara bólki, men vit skulu hava bæði beinini á jørðini. Føroysku spælararnir eru ikki yrkisspælarar og okkara mál má í fyrstu atløgu vera at røkka ein bólk longri upp. Nú hava vit tvær ferðir uppá stutta tíð fingið staðfest, at vit eru betri enn Malta, og so mugu vit halda fast um ta støðuna, samstundis sum vit seta okkum nýggj mál, segði ein væl nøgdur landsliðsvenjari, sum var klæddur í Adidas búna. Higartil hevur venjarin verið í Hummel klæðum, meðan spælararnir og leiðararnir hava verið í adidas, men nú hevur venjarin gjørt avtalu við Adidas.