Allar atkvøður taldar: Tey reyðgrønu stóran meiriluta

Noreg: Allar atkvøður eru taldar upp eftir stórtingsvalið í Noreg í gjár, og tað vísir stórsigur itl reyðgrønu flokkarnar.

Jonas Gahr Støre kann nú skipa tað stjórn hann ynskti sær saman við Sp og SV (Mynd: Ntb/Reuters/Ritzau Scanpix)

Nú allar atkvøður eru taldar í Noreg stendur Arbeiðaraflokkurin, Ap, Miðflokkurin, Sp, og Sosialistki Vinstriflokkurin, SV, tilsamans at fáa 89 sessir í Stórtinginum og harvið meiriluta.

 

Tað vísa tølini frá valuppgerðini hjá VG.

 

Tað eru tilsamans 169 sessir í Stórtinginum. Soleiðis skulu 85 sessir til at hava meiriluta.

 

Tað merkir, at formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Jonas Gahr Støre stendur til at gerast nýggjur forsætisráðharri í Noreg saman við teimum báðum flokkunum, hann ynskti sær í samgongu við, Sp og SV.

 

Tað merkri harafturat, at Støre sleppur undan at verða bundin av stuðli frá Rødt (R) ella Umhvørvisflokinum Teimum Grønu, (MDG).

 

R fær átta tingsessir, meðan MDG fær tríggjar.

 

/ritzau/

 

 

 

Jonas Gahr Støre kann nú skipa tað stjórn hann ynskti sær saman við Sp og SV (Mynd: Ntb/Reuters/Ritzau Scanpix)