Flogbóltskvinnurnar hava fingið eina flúgvandi byrjan uppá oyggjaleikirnar. Tær hava higartil vunnið allar sínar dystir, har tær eisini hava vunnið øll settini.
Í dag skulu flogbóltskvinnurnar spæla hálvfinalu móti Menorca.
Eftir dystin móti Bermuda í gjár, fingu vit orðið á Einu Kalsø, liðskipara á føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti. Hoyr samrøðuna við Einu Kalsø við at trýsta á pílin undir myndini.