Føroyar eru so lítlar, at tað er ongin orsøk til at hava nakrar kommun Tað heldur Magni Laksáfoss, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum mangan er framsøgumaður fyri flokkin í fíggjarmálum.
Í løgtinginum í gjár hartaði hann føroyskar politikarar, tí hann heldur, at teir tora ikki at taka støðu til tær heilt stóru avbjóðingarnar, sum standa fyri framman og sum politikararnir noyðast at taka støðu til. Og tess longri vit bíða, tess tórførari og størri verður upptakið, heldur hann.
Hann saknar tí, at politikarar tora at taka støðu til ognarskatt, avgjøld av ymsum slagi, talið á skúlum, talið á sjúkrahúsum og aðrar partar av bygnaðinum í samfelegnum.
Og eitt, sum hann heldur, er, at allar kommunur skulu avtakast.
Vit eru ikki meiri enn 50.000 fólk og í øðrum londum er tað ein lítil kommuna.
Og Magni Laksáfoss heldur, at vit eru so mikið fáment, at tað er heilt óneyðugt at hava eitt umsitingarligt millumlið í Føroyum, sum eitur kommunur og tí eiga vit at avskaffa tær heilt, heldur Magni Laksáfoss