Sum vit síggja aðrastaðni á Portalinum, so mælir Bárður Níelsen, fíggjarnevndarformaður, nú til, at steðgað verður á við at undirskriva avtaluna um Skálafjarðartunnilin.
Hann leggur tó dent á, at hann er fyri, at tunnilin skal gerast, men hann heldur, at vit eiga at umhugsa eina heildarloysn fyri allar Føroyar:
Fram um alt er avgerandi, at atlit verða tikin til allar Føroyar og føroyingar, áðrenn ein bindandi milliardakontrakt verður undirskrivað, sigur hann, og vísir á tríggjar spurningar, sum eiga at verða svaraðir:
Hvussu fáast aðrir komandi undirsjóvartunlar at spæla sum best saman við Skálafjarðartunlinum?
Eigur Suðuroyarleiðin (Sandoyartunnilin og Suðuroyartunnilin) at verða hugsað inn í eina størri heild, har ið Skálafjarðartunnilin er við í myndini?
Skulu verandi tunnilsfeløg (Vágatunnilin og Norðoyatunnilin) takast upp í eina stóra og samanhangandi framtíðartryggjaða heildarloysn?
Bárður NIelsen sigur, at fleiri av hesum spurningum eru ópopulerir at reisa nú, men tað eigur tó ikki at forða fyri, at teir verða tiknir upp.
Tað skylda vit politikarar verandi og komandi ættarliðum av føroyingum, sum skulu liva við teimum politisku og fíggjarligu avgerðum, ið nú skulu takast, sigur hann og heldur, at vit nú eiga at steðga á.
Tí fari eg at heita á landsstýrið og landsstýrismannin í innlendismálum um at útseta undirskrivingina av fíggingaravtaluni fyri Skálafjarðartunnilin, inntil ivamálini og broyttu fortreytirnar eru viðgjørd og avgreidd.
Tá, ið bindandi avtala er undirskrivað, er ov seint at koma afturumaftur.
Lesið alla viðmerkingina hjá Bárði Nielsen VIÐ AT TRÝSTA HER
Meira um málið á Portalinum seinni.