Allar vórðu afturvaldar

­Eg taki nevndarvalið eum eina álitisváttan, sigur formaðurin

Aðalfundurin í heimahjálparafelagnum leygardagin broytti ikki nevndina nakað serligt.

Einasta broytingin sum hendi, var, at ein nevndarlimur vildi ikki halda fram í nevndini, so nýggjur nevndarlimur mátti veljast fyri hana.

Formaðurin seinastu tvey árini, Ása Djurhuus í Havn, varð afturvald uttan mótvalevni.

Asta Andreasen úr Vági hevði ikki hug at halda fram. Ístaðin fyri hana varð Hildur Johannesen í Havn vald, sum varð einasta uppskot.

Fyri valið stóð eisini Elsa B. Joensen í Klaksvík, men heldur ikki hon fekk nakað mótvalevni.

Í nevndini í Heimahjálparafelag eru sostatt nú:

Ása Djurhuus í Havn, sum er formaður, Elsa B. Joensen í Klaksvík, Hildigarð Djurhuus í Fuglafjørði, Hanna West í Hvalba, Sunrid Thorsteinsson í Vág, Hildur Johannesen í Havn og Jórun Jacobsen í Miðvági.

Eykalimirnir eru eisini teir somu: Judith Árnastein í Havn og Selma Gullaksen í Klaksvík.

Ása Djurhuus sigur, at hon tekur nevndarvalið sum eina álitisváttan ´á nevndina.

Nevndin hevur ikki skipað seg enn.