Stutt fyri klokkan trý í nátt kom tann 54 ára gamli Luis Urzua sum tann seinasti upp úr San Jose-koparnáminum í Kili. Tá vóru minni enn 24 tímar farnir, síðani fyrsti maður, tann 31 ára gamli Florencio Avalos, varð fingin upp.
Luis Urzua hevur virkað sum oddamaður hjá teimum 33 námsarbeiðsmonnunum teir 69 dagarnar, teir hava sitið innibyrgdir meiri enn 600 metrar undir jørð. Hann fekk tí eisini eina serliga heilsan frá kilska forsetanum, Sebastian Pineira, tá hann var komin upp á slætt.
-Harra. Urzua. Tín vakt er liðug, segði forsetin og rósti teimum 33 monnunum.
Bjargingararbeiðið við koparn+amið gekk munandi skjótari enn væntað. Myndugleikarnir høvdu roknað við, at tað fór at taka næstan tvey samdøgur at fáa menninar upp, men tað tók 23 tímar og 45 minuttir.