Allir klaksvíkingarnir vilja spæla á Sandi

Fótbóltur: Útlendingarnar tykjast hava funnið seg væl til rættis í Klaksvík

Sandoyingarnir hava í vikuni roynt at vaska tepra tapið í Gøtu av sær. Teir iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at halda tætt tveir minuttir afturat, so tað hevði borið til at farið suður aftur við einum kærkomnum og kanska óvæntaðum stigi.

Á Sandi rokna teir við einum torførum dysti í dag. Rúni í Soylu er framvegis skaddur, og Torbjørn Jensen, sum hevur vant heilt fitt hesa síðstu tíðina, er heldur ikki klárur at spæla í 1. deild. Sum vit søgdu í fyrradagin, so fær B71 í hesi vikuni ein rumenskan miðvallara. Hann hevði verið góður at havt, men hann kemur ikki til landið fyrrenn leygardagin.


Framvegis ikki heilt álvuligir

Í Klaksvík er lagið sjálvandi gott. Men hóast teir vunnu stórt á B68, so eru teir ikki heilt vísir í egnari styrki. Eftirmetingin frá sunnudegnum sigur teimum, at mótstøðan var ikki stór, og enn halda teir har norðuri seg ikki hava prógvað fyri sær sjálvum, at spælið flýtur soleiðis, sum teir vilja hava tað at flóta.

Kurt Mørkøre er framvegis eitt sindur plágaður av lærskaðanum, men hann fer at spæla í dag. Olgar Danielsen hevði hald í nakkanum, men nú er hann púra klárur aftur. Smásnuddirnir hjá Rógva Jacobsen og Jan Joensen eru ikki heilt burtur, men teir hava vant í vikuni, og allir hesir vilja spæla. Í Klaksvík fegnast teir eisini um, at tað eydnaðist so væl hjá teimum trimum útlendingunum móti B68. Hetta ger, at kappingin um plássini verður uppaftur størri.

John Hansen vandi tvær ferðir í síðstu viku, og hesa vikuna hevur hann vant við fullari ferð. Lítil ivi man vera í, at hann verður skjótt at síggja á besta liðnum. Símun Waag Høgnesen er framvegis langt frá 1. deildarstøði.

Nú verður farið undir kappingina í 2. deild, og tað fer ivaleyst at síggjast aftur á beinkinum hjá besta liðnum. Móti B68 vóru tveir málverjar á beinkinum ? Meinhard Joensen og Gunnar á Steig, men annar teirra verður í málinum, tá 2. deildarliðið leygardagin fer í Vágarnar.

Tey fyrru árini, tá B71 var í 1. deild, hevði KÍ tað trupult móti teimum ? bæði á Sandi og í Klaksvík. Tey seinnu árini hevur takið hjá klaksvíkingum á sandoyingum verið betri, og KÍ má metast sum favorittur í dag ? um teir framvegis hava beinini á jørðini!